Matur í myndum


Forlag: bókadeild føroya lærarafelag & føroya skúlabókagrunnur
Útgávuár: 1999
Prísur: 95.00
ISBN: 99918-1-148-6
Rithøvundi: Sigrid Dalsgaard
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 85

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
Matur í myndum er ein øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar, serliga teimum, ið ikki eru so roynd í lesikynstrinum. Men í hesi bókini eru uppskriftirnar einfaldar. Barnið skal bara fylgja myndatekstinum, ið er ógvuliga eyðskiltur. Ætlanin við myndunum er eisini at geva børnunum høvi at læra seg rætt arbeiðslag í køkinum, og sjálvandi er best, um onkur vaksin er saman við børnunum, tá ið tey fáast við t.d. bakarovn, kókandi løg ella heitt feitt.Bókin kemur væl við, bæði heima við hús, á dagstovnum og ikki minst í skúlum, har nýggja lærugreinin handaverk og list, í 1.-7. flokki, hevur heimkunnleika sum kravda lærugrein. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.