Áðrenn tú sovnar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-63-4
Rithøvundi: Linn Ullmann
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 308

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samdráttur
Áðrenn tú sovnar er søgan hjá ungu Karini Blom um seg sjálva og hennara margháttiligu skyldfólk. Í heimi Karinar sveima hugflog og veruleiki saman í eind, næstan ógáað. Hon sigur frá, oyðileggur, argar og tølir – meðan øll onnur kring hana miðvíst stevna inn í einsemið.

Søga Karinar er upp í føvningin av ótrúligum søgum, ørligum viðburðum og kvirrum álvarsemi, sum fara fram í New York í tríatiárunum og í Oslo í nítiárunum. Hon er siðmenningarskaldsøga, og hon lýsir eina ætt ígjøgnum eina heila øld. Men fyrst og fremst er hon skaldsøga um kærleika. Um hjúnalag, ótrúskap, ættarbond, fáfongd og vón.

Áðrenn tú sovnar er ein andrík og skemtilig skaldsøga, ein innilig frásøgn um eitt ungt konufólk, sum smátt um smátt lærir at siga sannleikan.