tit bygdu hetta land


Forlag: Føroya skúlabókagrunnur
Útgávuár: 1998
Prísur: 156.00
ISBN: 99918-0-183-9
Rithøvundi: Jákup Pauli Strøm
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 152


samandráttur
Bókin viðger arbeiðsmarknaðin í søguligum baksýni og hugleiðir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Á einum ástøðiligum grundarlag viðger hon einstøku verkafeløgini og bygnaðin á arbeiðsmarknaðinum. Alment verða lønarviðurskifti, sáttmálasamráðingar - trætur og semjur - og arbeiðsloysi viðgjørd. At enda verður føroyski arbeiðsmarknaðurin settur í altjóða høpi. Hjá teimum, sum dagliga fáast við fakfelagsarbeiði, skuldi bókin verið hent og viðkomandi handbók.