Í geyma


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-1-298-9
Rithøvundi: Dánial Hoydal
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 165


Samandráttur
Hetta er barnabók, væl egnað at lesa upp fyri børnum, 6 ára gomlum og eldri. Og óivað fara allar aðrar barnsligar sálir eisini at trívast væl í Geyma, tí øll hava vit hoyr um kúll og gellu, svansibobb, lellin, fantilsi, skræðugák, hin rádna, roksimalunu, klikkheys, kánus, hermus o.s.fr. Vit hava helst eisini onkuntíð tikið til sovorðið, men tað munnu vera tey fæstu, sum vistu, at hesi løgnu nøvnini koma ikki av ongum...
Hesir skapningarnir hava í veruleikanum livað í tí løgna landinum Geyma. Ivast tú og spyrt, nær tað hevur verið, so er tað ikki so løgið, at tú onki hevur frætt, tí tað var hvørki "í steinøldini ella fyrrítíðini, sum øll altíð tosað um - men í hundanstíðini..." skrivar høvundurin, Dánjal Hoydal, fyrst í bókini.

Her verður onki avdúkað, hvussu skilið er Í geyma, tá ið Tíðindafróði kemur við fullari slatritasku av tíðindum, sum verða framborin á torginum, meðan Roksimalena, Grenjisurran, Hermus, Klikkheys og øll hini royna at fáa sum frægast burturúr - ella tá ið Kúllur og Gella spæla hund - ella tey gera rótasúpan - ella skipa fyri kapprenning til Stroks og aftur o.s.fr. Men tað er púra vist, at tit fara at stuttleika tykkum, meðan tit lesa Í geyma.

Hanni Bjartlíð er ungur listamaður, sum longu hevur gjørt vart við seg við sermerktum stíli, men hetta er fyrstu ferð, hann myndprýður barnabók. Í bókini eru nógvar svart/hvítar myndir, sum neyvt stuðla upp undir tekstin hjá Dániali.

Annars hevur eisini Dánial longu avdúkað, at tað liggur væl fyri at skriva, men Í geyma er fyrsta barnabók hansara.