Margreta og mjólkin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 20.00
ISBN: 9991812970
Rithøvundi: Sigga Vang
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 32

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Hetta er myndabók til tey smáu undir skúlaaldur. Bókin vísir á einfaldan og stuttligan hátt, hvaðani mjólkin kemur. Hetta er fyrsta bókin hjá høvundinum, Siggu Vang.
Margreta fer við pápanum á sjúkrahúsið at vitja fastur, ið hevur átt. Margreta undrast á, hví lítla barnið bítur fastur í bróstið. Pápin sigur, at lítlabarnið helst var svangt og fekk sær mjólk. So práta tey um hetta, og tá ið pápin varnast, at Margtera ikki veit, hvaðani mjólkin kemur, fara tey bæði á kanningarferð: Fyrst til ein bónda í Kaldbak og seinni niðan á Mjólkarvirkið Búanðarmanna.

Søgan verður søgd við stuttum teksti og vøkrum vatnlitamyndum á hvørjari opnu. Bárður Oskarsson hevur myndprýtt. Áður hevur hann myndprýtt bókina við søgum hjá abbanum, Oskari Hermansson: Undir Tussafjøllum.