Kavatræið


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-122-2
Rithøvundi: Caroline Repchuk
Umsett: Niels Jákup Thomsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 22


Samandráttur
Kavatræið er sera fitt og vøkur bók um ein bjarnarunga, sum vaknar á hávetri og sær kava fyrstu ferð. Ørkymlaður fer hann beint at leita eftir litunum.
Nógv dýr koma at hjálpa honum, og eitt fyri og annað eftir koma tey við ' ymsum dýrgripum, ið ímynda skógarlitirnar.
Við øllum hesum dýrgripunum skapa dýrini í felag tað, sum fyri okkum er vorðið ímyndin av jólunum.
Henda vakra jólabókin endurspeglar vakurleikan í náttúruni og vísir okkum virði í sonnum vinalagi og viljanum at geva.

Framskornu myndirnar á hvørjari síðu myndprýða avkavaðu heyggjarnar og trøini, so at tann harðfrysti vakurleikin í skógarlandinum trínur fram móti lesaranum.

Fólk í øllum aldri fara at frøast um hesa yndisligu søgu.