Milo og gandasteinarnir


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-128-1
Rithøvundi: Marcus Pfister
Umsett: Óla Jákup Niclasen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 28


Samandráttur
MILO OG GANDASTEINARNIR, sum Marcus Pfister hevur skrivað og teknað, er sjáldsama vøkur myndabók, sum í roynd og veru er umhvørvislæra fyri tey smáu. Bókin fer fram á einari lítlari oyggj á opnum havi, har bara mýs búgva.
Ein dagin finnur músin Milo okkurt heilt sjáldsamt í einari djúpari sprungu: ein glógvandi gandastein, ið lýsir og gevur hita frá sær. Allar mýsnar verða bergtiknar av hesum sjáldsama steini, og spurningurin er, hvussu hesin dýrabæri fongur fer at ávirka lívið hjá Milo og hinum mýsnum. Verður hann teimum til gleði ella grát? Tað sleppur lesarin sjálvur at gera av, tí á miðjari leið skilir søgan seg sundur, so hon hevur tveir endar: Tann góða endan og tann syrgiliga endan.
Milo og gandasteinarnir er hugvekjandi søga, ið vil vísa á, hvussu tær avgerðir, vit taka í umhvørvismálum, kunnu ávirka framtíðina á jørðini.