Góða nátt gorillan


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 65.00
ISBN: 99918-1-108-7
Rithøvundi: Peggy Rathmann
Umsett: Niels Jákup Thomsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 36


Samandráttur
GÓÐA NÁTT, GORILLAN eftir Peggy Rathmann er ein fitt smábarnabók, við næstan ongum teksti, men ógvuliga sigandi myndum. Hon snýr seg um djóravørðin í djóragarðinum, sum fer at siga dýrunum góða nátt.
Ikki ansar hann eftir, at lítla gorillan tekur lyklarnar úr beltinum hjá honum og fer at læsa búrini hjá hinum dýrunum upp.
Dýrini rýma tó ikki. Tey elta djóravørðin heim, og hann varnast onki. Men tá ið hann sigur konuni góða nátt, svarar aftur úr øllum herðashornum, og nú verður tað konan, ið má taka sær um reiggj…