Og hanin gól


Forlag: Bókadeild føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2017
Prísur: 128.00
ISBN: 978-99972-0-306-9
Rithøvundi: Sven Nordqvist
Umsett: Niels Jákup Thomsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 30

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Og hanin gól eftir Svend Nordqvist er fjórða bókin um tey bæði, Pettson gamla og kettuna Findus, sum Bókadeildin gevur út. Áður eru komnar Neyðars Pettson, Pannukøkulagkøkan og Pettson fær vitjan á jólum. Í hesari søguni fær Findus ein kappingarneyta, ið hon ikki hevði væntað og sum ger, at onki verður sum fyrr heima hjá teimum. Pettson gamli eigur tíggju hønur í høsnarhúsinum. Findus argar hønurnar, og so renna tær eftir henni. Men hønurnar og kettan eru tó bestu vinir kortini. Men ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar, og hetta dámar Findusi sera illa, tí nú verður onki, sum tað var.