Stóra smábarna og tøtlara bókin um alt


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 99.00
ISBN: 99918-1-113-3
Rithøvundi: Roger Priddy
Umsett: Pauli Hansen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 61


Samandráttur
Nú er hon her! Bókin um alt millum himmal og jørð, sum við vøkrum myndum, óteljandi smálutum, litum og hugskotum tekur børnini við út at ferðast eina hugtakandi ferð. Og har læra tey helst meira enn bara tey fyrstu orðini.
Tú fert á flog á tí flúgvandi teppinum. Heimanífrá. Út í náttúruna. Longri. Yvir markir, har alskyns litfagrar og villar blómur vaksa. Tú koyrir í einum stórum lastbili á einum veldigum byggiøki. Tú svimur á víðum havi, meðan fiskatorvur spæla sær í tí myrka dýpinum.
.....og vit kundu hildið áfram.....