Geislasteinar


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2002
Prísur: 30.00
ISBN: 99918-1-229-7
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 164

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í 1999 gav Bókadeildin út frálíku fantasy søguna hjá Sólrún Michelsen: Hin útvaldi. Nú kemur tað spennandi framhaldið: Geislasteinar. Men hóast persónar og umhvørvið er tað sama, ber tó væl til at lesa bøkurnar hvør sær.
Í Hin útvaldi lósu vit um unglingan, Kol, ið hevði serliga megi, og sum varð sendur á eina vandamikla ferð at bjarga teimum øllum undan tí ónda Bulgari. Hesin vann sær støðugt størri vald og hótti nú av álvara teir ymisku ættbólkarnar har um vegir. Við hjálp av geislasteinunum og serligum hjálparum eydnaðist tað Koli at vinna á Bulgari. Heimafturkomin frøddist hann um aftur at vera saman við barndómsvinkonuni, Ayu, ið nú er vorðin ein vøkur ung genta.

Í Geislasteinum fær Aya eins stóran leiklut og Kol. Eisini hon er útvald at vera vísi - tað eru tey serligu fólkini, ið hjálpa og vegleiða bygdafólkinum - og saman verða tey send út á eina umráðandi og vandamikla ferð. Men fyrst noyðist Aya einsamøll at royna seg, tá ið hon villist til eldfólkið, ið er hótt av undirgangi...

Aftur hevur tað eydnast Sólrún at skriva eina spennandi fantasysøgu, ið onki stendur aftanfyri nógv av teimum útlendsku, ið eru so væl umtóktar nú. Edward Fuglø hevur teknað permumynd og myndprýtt hesa bókina bókina eins og ta fyrru.