Skipið Zanzjbar


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafeæags
Útgávuár: 1998
Prísur: 20.00
ISBN: 99918-1-133-8
Rithøvundi: Michael Morpurgo
Umsett: Elin Mortensen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 121

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Skipið Zansibar, sum Michael Morpurgo hevur skrivað og Christian Birmingham myndprýtt, er bygd á dagbókina hjá 14 ára gomlu Lauru, skrivað í 1907. Laura andaðist 100 ára gomul, og tá komu øll skyldfólk hennara at fylgja. Hon læt eftir seg okkurt til øll, og Michael, sum hon var ommusystir hjá, fær dagbókina. Við tí inniliga tóna, ið eyðkennir dagbókafrásagnir, sigur Laura okkum frá okkurt um einum ári hjá teimum, familjuni Perrymann, og hinum á Scillyoyggjunum.
Scillyoyggjarnar eru í ein útsynning úr Landsend, syðsta partinum av Bretlandi. Í árinum 1907 stendur illa til á oyggjunum. Vetrarstormarnir fara illa við oynni, summarið er vánaligt og nógv húski gera av at flyta inn á meginlandið. Tvíburabróður Lauru leiðist av at vera sum fangi á oynni, og fer til sjós. At enda er eisini pápi Lauru um at kasta frá sær, tá ið ein ódnarstormur gevur oynni óvæntaðan fong…

Skipið Zanzibar er spennandi og hugtakandi bók, sum fer fram í einum oyggjasamfelag sum okkara. Støðan á Scillyoyggjum hevur ikki verið ólík støðuni í Føroyum um aldaskiftið 1800.

Eisini sigur søgan okkum frá upprunanum til tiltikna kappróðurin, ið nú er á hvørjum ári í Scillyoyggjum í serligum bátaslagi, nevnt gigs. Føroyingar verða á fyrsta sinni umboðaðir í hesum kappróðrinum í summar við bátinum Brendan.