Heksirnar


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 138.00
ISBN: 99918-1-146-x
Rithøvundi: Roald Dahl
Umsett: Eyðun Andreasen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 201


Samandráttur
Fyrsta bókin hjá Roald Dahl á føroyskum Dánjal á fuglaveiði, kom í fjør. Henda bókin lýsti inniliga sambandið millum faðir og son - og so eisini tey skilaleysu og skilagóðu vaksnu í hendingaríkari, stuttligari søgu.
Heksirnar eftir Roald Dahl er ikki minni stuttlig, klók og "frálíka andstyggilig," sum dómsnevndin, ið gav henni høgtmetta enska bókmentavirðisløn, tók til.
Bókin er um eitt tað ringasta harkaliðið av heksum, sum tú kanst hugsa tær. Og tú fært mangt og hvat at vita um heksir, sum tú ikki visti, t.d. at tær hata børn…
Ein livandi heks hevur líka stóra frægd av at beina fyri einum barni, sum tú hevur av at eta eina skál av jarðberum og róma. Men tað ringasta við livandi heksum er, at tær líkjast ikki heksum. Tær ganga í vanligum klæðum og líkjast í allar mátar øðrum konufólki. So hvussu kanst tú vita, um tann blíða konan, tú hittir, í veruleikanum er ein heks?