Veingjaða myrkrið


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2000
Prísur: 149.00
ISBN: 99918-1-200-8
Rithøvundi: William Heinesen
Umsett: Gunnar Hoydal
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 41


Samandráttur
William Heinesen var føddur í árinum 1900, og eru tað tí liðin 100 ár, síðan hann var føddur. Willam skrivaði fyri tað mesta til vaksin, men sum hann eldist, meira og meira varð barnið eitt høvuðsevni í hansara skaldskapi, sum Gunnar Hoydal tekur til í inngannginum til hesa sjáldsomu, føroysku myndabókina.
Søgan "Veingjaða myrkrið" er fyrstu ferð prentað í søgusavninum "Det fortryllede lys", og er hetta søga, sum bæði vaksin og børn kunnu hava stóra gleði av at lesa.
Hetta er søgan um Antoniu og Lítlabeiggjan, sum eitt summarkvøld fara eitt ørindi langt burtur, til Snældu-Óla, sum hevur hús uppi í haganum norðan fyri býin.
Í myrkrinum á ferðini sleppur hugflogið hjá Antoniu rættiliga at spæla sær. Henni dámar so væl tað syrgiliga, men tað ger Lítlibeiggin ikki.
Søgan er spennandi og byggir á innlivan í barbasinnið, sum bara rættiligir yrkjarar duga at gera livandi fyri okkum.
Edward Fuglø hevur teknað myndirnar í hesi bókini, og tær gera søguna enn meira livandi; tú verður líkasum drigin inn í hendingarnar.