Tað orðið - onnur økt útgáva


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2020
Prísur: 148.00
ISBN: 9789997213822
Rithøvundi: Heðin M. Klein
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 84

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Tað orðið - onnur økt útgáva
- "Tað orðið", sum kom fyrru ferð út í 2015, er bygt upp á mótsetningar, helst so ítøkiligar og grundleggjandi , sum til ber, formliga settir upp parvís í hvørjum parti sær – alt í somu yrking við so og so mongum pørtum. Eg havi lagt dent á tað streymandi og improvisasjónskenda, har eitt orð natúrliga tekur ella velur sær annað, sum so aftur tekur tað næsta í eini leitan eftir einum persónligum upprunakjarna, sum alla tíðina víkir undan, latin í orð og orðamyndan, sum í grundini ongantíð endar, minnisbrot, myndir í brotum, brotamyndan, kanst tú siga. Eg kendi alla tíðina, at eg var ikki rættiliga liðugur við hasa yrkingina, okkurt vantaði í, so hon noyddi meg líkasum at yrkja aftrat til hesa aðru, broyttu útgávuna, sum nú kemur. Og nú fer, ið hvussu er fyribils, at vera sum er.