Whisper of Butterfly Wings


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2020
Prísur: 148.00
ISBN: 9789997213846
Rithøvundi: Kalpana Vijayavarathan
Evni: Yrkingasøvn
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 60

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Whisper of Butterfly Wings
Kalpana Vijayavarathan kom til Føroyar í 1991 at vera saman við manninum Abraham Vijayavarathan, sum var komin at arbeiða á Marinplast í Kaldbak í 1983. Tey eiga tveir synir.

At vera indisk og búseta seg í Føroya var ikki bara sum at siga tað. Heldur ikki hjá synunum, sum eru annað ættarliðið, føddir og uppvaksnir í Føroyum við indiskum foreldrum. Ikki at verða sæddur sum føroyingur, men útlendingur, tó at tú hevur livað fleiri ár her enn í India, kann kennast sárt.

Men Kalpana hevur ta filosofi, at hon er bara tann, hon er, hon lagar seg eftir øllum so væl, hon kann, fyri at gerast partur av samfelagnum, men kortini á ein hátt, sum ikki vikar hennara samleika ella etikl, og hon lítilsmetir als ikki tey virði, ið løgd vóru í hana í uppvøkstrinum í India.

Yrkingasavnið er á enskum og ber viðbrekna og brotilla heitið “Whisper of Butterfly Wings”. Yrkingarnar mynda kenslur, sum eru birtar í løtum, hon hevur eygleitt føroyska list, kenslurnar at vera tilflytari, sermerktar tilburðir í lívinum, guðstrúgv og frágerðargóðar løtur, tá ið íblásturin fylti hana.

- Tvíbýti í samleikanum sum indiskur-føroyingur setur sín dám á mangar yrkingar. Royndirnar, eg havi sum tilflytari, munnu ikki vera serstakar fyri meg. Eg ivist ikki í, at aðrir tilflytarar kunnu hoyra bergmálini frá sínum egnu royndum í mínum yrkingum og samlíkja seg við tær. Leiðin, eg havi gingið við trúgv míni, er eisini lýst í einstøkum yrkingum, tá royni eg at fanga kraftina, sum hevur verið í serstøkum løtum.

- Eg lati lívið syngja fyri mær og síli djúpar kenslur úr løtunum, og tær skunda undir floymin av kenslum og hugsanum, sum síðan finna sær snið sum ørindi. Sum yrkjari gevur hetta mær frælsi at rannsaka tættir í mær sjálvari, har skil og kenslur bregdast saman í ávíst stev.

Yrkingarnar vóru ætlaðar mær einans, men tá ið eg sýndi nøkrum fáum úrvaldum tær, eggjaðu tey mær til at geva tær út.

Eg vóni, at Whisper of Butterfly Wings, sum fyri mær ímynda, hvussu stokkut alt er, lívið, kenslurnar og lívsroyndirnar, fer at geva lesaranum løtur við djúphugsan og gleði.