Av føroyskum firðum út í stóru verð


Forlag: Bakkafrost
Útgávuár: 2020
Prísur: 270.00
ISBN: 9789991836287
Rithøvundi: Jógvan Hugo Gardar
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 201

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Søgan um Bakkafrost er søgan um íverksetarar ymsastaðni í Føroyum: á Glyvrum, í Klaksvík, Fuglafirði, Vestmanna, Hovi og so framvegis. Tað samtakið, sum varð seymað saman eftir stóru ILA-kreppuna fyrst í hesi øldini, er ikki eitt einlitt teppi. Tvørturímóti vóru teir, sum byrjaðu alingina í Føroyum saman við nøkrum íleggjarum og bankafólkum, noyddir at seta seg saman at finna eina loysn. Tey fólkini, ið løgdu lunnar undir nýggja Bakkafrost eftir 2003 og til fyritøkan fór á keypsskálan í Oslo í 2010, høvdu lítið í felag. Teir komu við sínum serkunnleika frá egnum feløgum og lívsroyndum. Tað sermerktasta við Bakkafrost er, at fyritøkan megnar at yvirliva í einari vinnu, har kappingarneytarnir eru bygdir upp í fíggjarliga nógv sterkari og fólkaríkari samfeløgum sum í Noregi, Skotlandi, Kanada og Kili. Í hesi bókini verður roynt at lýsa søguna hjá Bakkafrost síðan 1968, samstundis sum feløgini, sum seinni eru vorðin partur av samtakinum, eisini eiga sín part av hesi søguni.