Skuggi hins alvalda - Lív og vitnisburður Jim Elliots


Forlag: Forlagið Leirkerið
Útgávuár: 2020
Prísur: 250.00
ISBN: 9789991845630
Rithøvundi: Elisabeth Elliot
Umsett: Meta av Fløtum
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 384

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tá ið Jim Elliot og fýra av trúboðaravinum hansara vóru myrdir av acuaindiánum í 1956, var tjóðin skakað, og fleiri túsund vóru eggjað at geva lív sítt í fulltíðartænastu. Frá­søgnin um, hvat leiddi Elliot til frumskógin í Ekvador, ið kona hansara, Elisabeth Elliot, hevur skrivað, er vorðin ein nútímans kristiligur klassikari. Við at nýta úttøkur úr ríku og ektaðu dagbókunum hjá manni sínum, lýsir hon sonnu grundina til, hví hann yvirgav alt lív sítt til Gud, vitandi um, at hann møguliga fekk ein óvæntaðan deyða á ungum aldri. Skuggi hins Alvalda er ein lýsing av eini merkisverdari og framúrskarandi trúarhetju.

"Ein av mest gitnu trúboðarafrásøgnum í samtíð okkara."
– CHRISTIAN RETAILING