Hon fór út


Forlag: Heimamissiónsfelag
Útgávuár: 1999
Prísur: 199.00
ISBN: 99918-48-15-0
Rithøvundi: Snorri Brend
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 208

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Bókin er frásøgnin um Kaju Lamhauge úr Rituvík, sum fær kall at gerast trúðboðari, og sum fylgir hesum kalli – heilt til afrikanska landið Nigeria. Her upplivir størstu broytingarrrnar í lívi sínum – at giftast við einum nigerianara, fáa heim og børn, og sera óvæntað at gerast fyrsta føroyska bispafrúan. Bókin gevur eitt gott innlit í lívið, umstøðurnar og gerandisdagin hjá einum føroyingi í afrikanska landinum Nigeria, og lýsir mentan, siðalív og gerandisdagin hjá einum vanligum nigerianara og ta ávirkan, sum missiónsarbeiðið, ið byrjaði í 1913, hevur havt í landnyrðingspartinum í hesum stóra landið. Bókin gevur somuleiðis eina góða mynd av andaliga lívinum í Rituvík í 5o- og 6o-árunum og teimim persónum, sum fingu avgerandi týdning fyri høvuðspersónin í bókini.