Serstøk fólk í Bíbliuni


Forlag: Leirkerið
Útgávuár: 2017
Prísur: 298.00
ISBN: 9789991845593
Rithøvundar: Jgvan Zachariassen, Zacharias Zachariassen
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 285

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Serstøk fólk í Bíbliuni
Zacharias legði seinasta arbeiðið til rættis í hesi bók, áðrenn hann andaðist tann 21. august 2017. Jógvan, sonurin, skrivaði bókina lidna og gjørdi hana klára til útgávu.
Zacharias elskaði at tosa og tala um persónar í Bíbliuni, og alt lív sítt ferðaðist hann millum samkomurnar og segði frá undurfullu søgunum í Gamla og Nýggja Testamenti. Ikki bert elskaði hann søgurnar, men hann elskaði lærdómin í teimum – líðingarnar, trúnna, tolið, troystina og vónina.
Serliga elskaði hann at samanbera Kristus við persónarnar í Bíbliuni og vísa á, hvussu teir avmyndaðu Hann á ein so dýrabaran hátt. Og so heitti hann á tey trúgvandi um at halda fast við vónina um afturkomu Jesusar og endaði altíð við eini áheitan til teirra, sum ikki kendu Kristus, um at venda við av síni egnu leið og við trúgv á Jesus og Hansara fullgjørda verk á Golgata at gerast barn Guds.
Partur av hesum lívskalli Zachariasar kemur nú út í bókini "Serstøk fólk í Bíbliuni".