Skúmisleiv og tjóðarhetja


Forlag: Forlagið Glyvursnes
Útgávuár: 2019
Prísur: 395.00
ISBN: 978-9998-3-616-4
Rithøvundi: Rolf Guttesen
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 496

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Skúmisleiv og tjóðarhetja
Poul P. Nolsöe (1766-1808) ella Nólsoyar-Páll, sum hann kallast, fyllir meira enn nakar annar í søgubókunum. Men kortini standa nógvar av søgnunum um hann ikki eina eftirmeting. Hann er vorðin umgyrdur av mytum.
Poul P. Nolsöe man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi, men eisini rættiliga sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Men hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann smíðaði skonnartina Royndina Fríðu, sum hann ætlaði at fiska við. Men har kom einki burturúr fiskiskapinum.
Bókin gevur eina frágreiðing um teir fimm túrarnar, sum hann gjørdi til útlandið, hvagar hann fór, og hvat hann hevði í lastini. Har verður millum annað skjalprógvað, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla.
Í nógv ár var Poul P. Nolsöe mestsum burturgloymdur. Men hvussu gjørdist Poul P. Nolsöe seinni tann tjóðarhetja, sum hann er í dag? Tað var tann spírandi, romantiska tjóðskaparrørslan, sum fyri 100-150 árum síðani uppfann Poul P. Nolsöe av nýggjum. Tjóðskaparrørslan hevði brúk fyri mytum um stórar menn, sum fyrimyndir. Her kundi Poul P. Nolsöe fáa pláss.
Gamalt tilfar verður í bókini útlagt av nýggjum, og nýfunnið tilfar verður lagt fram. Allar útsagnir og uppáhald í bókini eru dokumenteraðar við kelduávísingum.