Arktis


Forlag: Marselius
Útgávuár: 2019
Prísur: 298.00
ISBN: 9789991879048
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 278

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Arktis - Nýggj krimisøga eftir Jógvan Isaksen
Í nýggju krimisøguni "Arktis" eftir Jógvan Isaksen eru loyniligar samráðingar millum Kina og landsstýrið ein kjarnin.

Ein fjøld av kinesarum vitjar í Føroyum, og William Hammer og Skansadeildin fáa uppspurt, at hetta er ein sendinevnd, sum er komin at samráðast, men um hvat? Hvørki løgreglan, ferðavinnan ella tíðindafólk vita nakað um hesa vitjan, og myndugleikarnir eru sum farnir undir heilt. William Hammer fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt, at núverandi landsstýrið spælir eitt skuggaspæl og vil loyva Kina at fáa fótin fastan í Føroyum. Føroyar eru nevniliga limir í Arktiska Ráðnum, og tað er akkurát tað, sum Kina tráar eftir.

Arktis er sætta krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina.