Ein táttur er silvur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2019
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99972-1-355-6
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 301

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ein syrgiligur tilburður setur gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan.

Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum.

Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldarskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar – m.a. tann harðrendi Axel Fr. Moe, sum Dansk Indre Mission sendi til Føroya.

Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin liggur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini. Vit fylgja henni á einsomu leiðini at fóta sær eftir illgerðina.

Hetta er ein stórbær søga í øllum stillum. Ein eym og kenslurík lagnu­søga, sum bara kundi fallið saman við øllum hinum, sum líkjast, men sum nú er skrivað til eina fína skaldsøgu.

Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð.