Søtt & Salt


Forlag: Kvinna
Útgávuár: 2019
Prísur: 99.00
ISBN: 70000000001575
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 98

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
”Matur hevur verið ein stórur partur av Kvinnu, síðani blaðið fyrstu ferð kom út. Í ár fyllir Kvinna 15 ár, og við hesari útgávu vilja vit fagna tí góða smakkinum og skapa eitt rúm, har vit tosa um mat”, sigur Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu.



Søtt & Salt inniheldur fleiri sergjørdar uppskriftir, sum ongantíð eru prentaðar fyrr, men eisini nakrar klassikarar, sum vit kenna frá Kvinnu. Í bókasininum eru trý stór temu: eitt um sjokolátu, eitt um kaffi og eitt um súrdeiggj og bakstur. Tú finnur eisini samrøður um mat og eina grein um føroyskt seyðahald.



”Tað, sum vit vilja við hesum bókasininum, er bæði at geva íblástur til, hvussu tú fært tað besta burturúr matinum í tínum gerandisdegi, men vit gera eisini hetta, tí vit tíma væl, at nørdast eitt sindur um mat saman við okkara lesara. Matur er ein ótrúliga stórur partur av føroysku mentanini, og alt tað nýggja, sum hendur á føroyska matpallinum, er ein avgerandi orsøk til, at vit í Føroyum síggja so stóra framgongd á fleiri økjum og so nógvan áhuga fyri okkum uttanlands. Men vit mangla eitt stað, har vit tosa um mat, og tað er her, miðlar eru áhugaverdir, tí teir kunnu viðgera og skapa tað rúmið, har tað verður sett orð á tey rákini, sum fara gjøgnum samfelagið.”.