Mær dámar ikki høgna hoydal


Forlag: Øgiliga egið forlag
Útgávuár: 2019
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-805-1-9
Rithøvundi: Høgni Mohr
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 152

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fyrsta yrkingasavnið hjá Høgna Mohr umboðar tankastreym sum háttalag. Evnisliga snúgva yrkingarnar seg um deyðssyndir.
Høvundurin setur høvd og hala á syndir og syndarar. Hann lítur aftureftir og setur afturhvarvið saman við afturgongdini fyri framman. Sjálvt Jesus tykist vera við upp á tvørsøgnina.
Við humorði, speii og rættvísiskenslu røkir rithøvundurin kall sítt at pilka autoritetarnar niður. Onki skott er millum skald og evni.
Høvundurin er treystur og eirindaleysur og tó veikur, eymur og alskin. Hann er ein djarvur og neyðugur viðmerkjari í dagsins samfelag.
Málið er alt annað enn stirvið og slitið, tíansheldur lint og lívleyst. Tað er livandi. Tað flýgur. Orkan vellir úr orðum og vendingum.
At yrkingarnar eru úr og um okkara egnu tíð, ger tað, at skaldskapurin er ektaður og fær skilmarkandi myndugleika.