Psykosudrotningin sigur frá


Forlag: Eksil
Útgávuár: 2019
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-850-9-4
Rithøvundi: Anna Malan Jógvansdóttir
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 197

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
At skriva seg úr líðing - Psykosudrotningin sigur frá. Anna Malun Jógvansdóttir signerar bøkur á H.J. Jacobsensa Bókhandli

Triðja bókin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir er ein hybridskaldsøga, ið snýr seg um psykosudrotningina, ið er kvinnan, Anna Malan strembar eftir at vera. Anna Malan Jógvansdóttir, ið er útbúgvin á danska rithøvundaskúlanum, er vanliga áhugað í natúrini og landslagnum, men henda bókin er um sálarliga líðing og um psykosur. Hybrida skaldsøgan er nýtt tekstaslag á føroyskum, ið blandar myndir, prosa og yrkingar við onnur tekstasløg. Bókin er 204 síður og býtt í partar, sum ofta eru av ymiskum tekstaslagi, frá prosa og drekasøgum til myndlist og yrkingar. Bókin er prentað í litum við heilsíðumyndum, sum høvundurin hevur teknað og málað.