Elinborg Lützen svart-hvítur gandur Sort-hvid magi


Forlag: Listasavn Føroya
Útgávuár: 2019
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-69-36-0
Rithøvundi: Nils Ohrt
Umsett: Bárður Jákupsson
Evni: List og listagreinir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 128

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Framsýningin letur upp nú 100 ár eru liðin síðan Elinborg Lützen varð borin í heim. Listin spennir frá 1940-unum og frameftir. Tey flestu verkini á framsýningini eru ogn hjá Listasavni Føroya, meðan onnur eru lænt frá skyldfólkum hjá listakvinnuni, eisini frá privatum og frá Norðoya Listafelag.

Niels Ohrt, stjóri beyð vælkomin og ein trio á klaver og tveimum violinum við Árna Hansen, Boga Lützen (Elinborg var fastir Boga) og Jón Festirstein spældi eisini.

Síðani setti Edward Fuglø, listamaður framsýningina, sum hevði fingið heitið, “Svart-hvítur gandur” og hongur upp 10. mai - 21. juli.



Niðanfyri verður røðan hjá Edwardi Fuglø endurgivin:



Tað er ein myrkur og slavin novembur dagur, seinast í 60-unum, um nón. Nógv larmandi og tung ferðsla. Mamma mín hevur meg við til handils. Leiðin gongur til Klædnabúðina á Biskupstøð, tað stásiliga "Magasinið" hjá Kjølbro, mitt í Klaksvík.

Eitt sindur av kava, og flykrurnar dala.

Mitt í øllum ein stórur lýsandi gluggi.

Sum tað glitrar og glampar.

Og har, í glugganum, ein kona, í skjúrtublusu og opnari troyggju og í niðurdeili. Hon er ikki í skóm, og gongur á tá, í beige littum nylonsokkum.

Hárið er uppsett í ein topp, og munnin hevur hon fullan av knappanálum, og hon er við at heingja eina blanka stjørnu mitt í vindeygað, við næstan ósjónligum nylontráði.

Um hana sveima handkløð og silkiturrikløð, fínir kjólar og hattar, vættrar og einglar, hjørtu og kúlur, alt er líkasum í vektloysi – ja, sjálvt konan virkar, sum hon eisini sveimar har í vindeyganum.

Og konan er Elinborg Lützen, sum prýðir handilsgluggarnar til jóla.

Bergtikin verði eg standandi og stari í vindeygað, og vil als ikki við inn í handilin.

Við glómum í eygunum - nei, hendan er so sanniliga ongin vanlig Klaksvíkskona.

Eg eri tá um 4-5 ára gamal, og tey fylgjandi árini passi eg mær løgir, og eri fastur áskoðari, tá Elinborg pyntar jólagluggarnar.

Ivaleyst hevur tað verið strævið hjá henni, at verða so útglødd, av einum teimum yngstu "stalkarunum" í Klaksvík. Men eg fái tó eitt lítið vink og eitt smíl onkuntíð.

Lagnan vil tað so, at eg fyrst í 70-unum komi at búgva úti í Grótinum, við gomlu Klaksvíkina, í grannalagnum har Elinborg er búsett.



Hon býr í fínu og gomlu Faktorshúsunum, og beint omanfyri húsini er ein teigur har vit børn ofta spæla.


Eg eri nú vorðin greiður yvir, at tað er Elinborg, ið hevur myndprýtt mínar yndisbøkur, sum verða lisnar fyri mær, kvøld eftir kvøld. Søgurnar og ikki minnst myndirnar taka meg víða, til eitt nú Kongaríkið í Babylon ella “Omanfyri Eikilund”, har bjartar stjørnur lýsa yvir dansandi álvagentum, meðan drongurin lúrir aftanfyri ein svartan eikibul.

Og eins og hesin, amist eg tá eisini uppi í Faktorshúsunum, har eg kagi inn ígjøgnum gluggarnar fyri at síggja Elinborg, har hon situr í royktámutu stovuni og teknar, við serutt í aðrari hondini, og við Pipp Hans, gula kanariufuglinum, sitandi har hjá sær á arkitektalampuni.

Ein fagran summardag spæla vit í bønum omanfyri Faktorshúsini. Tá kemur Elinborg til okkara. Hon er ólukkulig.

Pipp Hans er flogin út ígjøgnum opnu hurðina og er horvin, og Elinborg gongur nú úti og leitar.

Vit fara beinanvegin eisini at hjálpa henni, og leita verður í øllum grannalagnum, men ongin Pipp Hans er at síggja, og hann kemur ikki aftur íaftur.

Sum eg vaksi til og búnist, síggi eg meira og meira av listini hjá Elinborg Lützen.

Táverandi Tjaldurs Apotek í Klaksvík, listprýðir hon, tá tað er bygt í 60 unum, við einum stórum oljumálningi, har myndevnið er úr Sjúrðarkvæðunum. Hesin varð tá miðpunktið á Apotekinum.

Á myndini liggur ein særdur riddari, og tríggjar moyggjar eru um hann.
Alskyns plantur og urtir vaksa har, tey sita, og niðast stendur málað við hagagrønum stavum: "Er tað nakað grøðandi sárini tíni".

Fyri meg er tað ein sonn frægd at fara at keypa heiligvág fyri ommu, og mangt eitt ørindi geri eg mær inn á Apotekið ígjøgnum árini, fyri at njóta hetta verkið.

Og so eru tað øll tey svørt - hvítu prentini.

Tey lata ein heilt nýggjan heim upp fyri mær. Ongantíð havi eg sæð býlingarnar í Klaksvík so fullar av yðjandi lívi, sum í hesum eyðkenda glámlýsinum, í myndunum hjá Elinborg Lützen. Tað er eins og ein stjørnuklár nátt við mánalýsi.

Huldislig og fjalin – ja, næstan trølslig og tó so heimlig, liggja húsini og lýsa sum smá Soria Moria slott, í liðum og lágum, har hvør túgva er sum ein livandi vera. Her eru loyndarfull skýmaskot og garðalið, ið skríða sum ormar í bønum.

So makaleyst og virtuost er hetta gjørt, at tú púra gloymir at hatta húsið í veruleikanum, jú bara eru húsini hjá Peri hjá Póli.

Og fyri ikki at tala um allar ævintýramyndirar, har mongdir av løgnum verum, hava nógv um at vera, í haga og í sjógv.


Ein sannur meldur av hugflogi, pallsettur í einum gotiskum, til tíðir barokkum alheimi. Tó, tað at vit eru stødd norðarliga í Føroyum, eisini í hesum myndunum, hevur altíð á onkran hátt kennist nærverandi fyri meg.

Ein kann bara undrandi skoða hesi verk, sum Elinborg hevur manað fram við knívi og skeið.



Aftur til lítla Pipp Hans sum hvarv...

Tað vildi so til, at eg bleiv útbúgvin á sama skúla í Keypmannahavn, sum Elinborg í síni tíð gekk á.

Og sum 25 ára gamal, meðan eg var heima í summarfríð, stakst uppá meg at vitja Elinborg, sum tá varð flutt til Havnar. Hon búði her, beint við Listasavnið.

Eg banki uppá, og løtu seinni, hómi eg ein skugga innanfyri skjóruta rútin í hurðini. So gloppar Elinborg dyrnar eitt evarska lítið vet.

Eg sigi hvør eg eri og hvørji míni ørindi eru.

Men Elinborg klamsar hurðina aftur, og eg standi eina løtu sum kánus. Og nipin eri eg á veg oman trappurnar, tá Elinborg rópar: "Jamen, kom inn, ger so væl, og orsaka! Eg mátti fáa Pipp Hans inn í búrið, so hann ikki fleyg út."

So sita vit í royktámutu stovuni, Elinborg í sofuni, við serutt, undir einum stórum Mikines grindadrápi, eg í lenistólinum og guli Pipp Hans í búrinum. Vit fáa eitt longri prát um listina, bókmentirnar, um tað at illustrera, um Klaksvíkina og tíðina, sum gongur so skjótt.


Elinborg minnist ikki rættuliga meg aftur, haldi eg.

Hon er vitug, men eisini eitt sindur fjalin, og eg upplivi hana sum sera sjálvkritiska. Hon sigur seg ivast um sína list, um góðskuna.

Og hon leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá talan er um list sum heild.

Alt er ikki líka væleydnað eftir hennara tykki, "En bunke hø"! Heldur hon turrisliga fyri seg sjálva. Eg siti sum við andakt.

Tøgn.

Eg hugsi um at fara.



So reisist Elinborg. “Edward," sigur hon, "skulu vit ikki fáa okkum eitt lítið glas av Sherry við konfekt afturvið, áðrenn tú fer"?

Og soleiðis endar okkara løta í stovuni...og skjótt siti eg og hálvdurvi í bláa bussinum ávegis til Klaksvíkar.

Landslagið glíður framvið, líðirnar verða brattari, og huldisligar túgvur og gil koma til sjóndar.

Og ímeðan blái bussurin heldur leiðina fram norðureftir, skiftir landslagið lit til svart og hvítt, og gandar fram alskyns verur og ævintýrakend skap, sum tysja fram í ljósið.

Við hesum hugleiðingum, seti eg framsýningina "Svart - hvítur gandur" á Listasavnið Føroya, til heiðurs fyri Elinborg Lützen, listakvinnu, ið hevði verið 100 ár í 2019.



Takk fyri!

Edward Fuglø