Frits


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2019
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99972-1-337-2
Rithøvundi: Jonhard Mikkelsen
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 201

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er ein øðrvísi listabók.

Ein bók við myndverkum, sum opnu fyri opnu lýsa tættir í ævisøgu málarans.

Frá dreingjaárum, sum eru sveipt í dreymakent tám, til árini, hann roynir seg sum málari við íblástri frá øðrum, til hann torir at ganga sínar egnu leiðir og sættast við sítt egna lag.

Hetta lagið bregdar tónlist og myndlist saman, og hesir báðir tættir mynda Frits læraran, kórleiðaran, málaran og bygdarmannin.

Lívskæti og tokki til alt og øll sæst aftur í hesum málningum, sum eru sansaligir og skemtiligir og barnsliga kátir um somu leið.