Tá ókunnufólk kom á leið Heimablídni


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2019
Prísur: 348.00
ISBN: 978-99972-1-334-1
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Heilsa og matgerð
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 200

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Anna og Óli, ið hava garðin undir hond, eru 9. ættarlið. Tey hava røkt garð og fenað á siðbundnan hátt í mong ár.

Við rákinum um norðurlendska matmentan búnaðist tankin um at seta serføroyskan mat eftir føroyskum uppskriftum á borðið fyri gestum. Tey settu sær fyri at bjóða gestum inn at smakka ein góðan bita av Føroyum.

Hetta eydnaðist betur, enn tey høvdu droymt um, og bóndaskapurin fekk skjótt ein nýggjan hugfarsligan kvist: góðan vertskap saman við gestum, ofta fremmandafólkum, ið vilja sleppa at uppliva og njóta góða samveru í einum føroyskum heimi. Umframt norðurlendsk mál duga vertirnir bæði enskt og týskt. Fyri sítt arbeiði tóku Anna og Óli ímóti norðurlendsku Emblu-virðislønini í bólkinum „Matferðamál“ í 2017.

Henda bókin greiðir frá rávørunum, nýttar verða, og arbeiðnum, sum verður lagt í. Vit fylgja ársringrásini við fenaði og gróðri, hvussu alt veksur og búnast, til tað endar á borðinum í fjálgari stovu við útsýni yvir firðir og oyggjar.

---

Bókin fæst á føroyskum, enskum og týskum