Sunnanvert markið og vestanvert sólina


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2019
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-321-1
Rithøvundi: Haruki Murakami
Umsett: Pauli Nielsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 251

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hajime veksur upp í Japan í tíðini eftir kríggið, og tað tykist honum, at øll uttan hann eiga systkin at vera saman við. Einasti vinur hansara er Shimamoto, sum eisini er einabarn. Millum annað lurta tey bæði nógv eftir tónleiki. Men tá ið húski hansara flytur úr býnum, missa tey bæði sambandið.

Tá ið Hajime er í tríatiárunum, hevur hann rakt við eydnuna við konu síni og døtrum teirra og í jazzbarrini, hann rekur. Hann er eydnusamur. Tá kemur Shimamoto afturíaftur. Hon er vøkur og eggjandi og gátufør.

Hajime verður drigin aftur í fortíðina og setur alt, hann nú hevur, í váða og verður tvingaður at velja millum konu og børn ella royna at fáa fatur í aftur fortíðini, ið hann er so hugbundin av.