Váðafúsir føroyingar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2019
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-319-8
Rithøvundi: Erich Wustmann
Umsett: Anja Tell
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 126

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
ógvan var eingin ræðuskítur. Óræddur hekk hann í línuni, og bergið uppi yvir honum rakk upp í himmalin, meðan hann veiddi fugl, helt deyðan fyri gjøldur og stóð á kneysum, har ikki var standandi. Men hesa ferð gjørdist hann skakkur, og tað rann honum kalt niður eftir bakinum, tá ið brimilin tók dystin upp og kom upprættur ímóti honum.

Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan í hesi spennandi søguni, sum týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á sumri í 1938.

Við Jógvani lýsir hann, hvussu hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til oynna og alsk teirra til náttúruna.