Tann føroyski samleikin


Forlag: Egið
Útgávuár: 2018
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-3-596-9
Rithøvundi: Jógvan Skorheim
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 165

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað er formaðurin í Sjálvstýri, ið hevur givið bók út, sum ber heitið "Tann føroyski samleikin".

Millum annað sigur Jógvan Skorheim, at Føroyar standa á einum vegamóti.

- Einaferð vóru vit eitt fjarskotið oyggjaland langt úti í Atlantshavinum, nú liva vit mitt í verðini. Nýggja tíðin skapar møguleikar og framburð sum ongantíð, samstundis sum hon leggur okkum og okkara samleika undir trýst. Avgerandi spurningurin er nú: Hvørja leið ganga vit við okkara samfelag, sum forfedrar við baksi og knossi hava bygt upp gjøgnum øldir?

- Vit skylda teimum, sum undan okkum vóru, at vit nú taka skilagóðar avgerðir. Tey, sum knossaðu í næstan ómenniskjaligum umstøðum fyri at skapa sær og sínum eitt lív á hesum oyggjum. Tey, sum bygdu okkara samfelag í hvøssum mótvindi, lívshóttandi aldubrotum og lagaligum løtum. Tey, sum stóðu við síni virði og skaptu okkara samleika. Teimum og okkum skylda vit, at vit nú finna eina gongda leið fram í tíðina. Eina leið, sum virðir okkara søgu, virði og traditiónir. Eina nýggja leið, sum mennir okkara samfelag enn meira og førir okkum fram í móti einum sjálvstøðugum landi.

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, greiðir í bókini frá sínum politisku tankanum. Hvussu hann sær gongdina og møguleikar í samfelagnum. Hvussu hann hugsar eitt samfelag, sum fevnir alt fólkið kring alt landið. Og hvussu hann ynskir, at Føroyar eisini í komandi tíðum standa við sín samleika – tann føroyska samleikan.