Seytjandi maðurin


Forlag: Innskot
Útgávuár: 2018
Prísur: 278.00
ISBN: 978-99918-3-597-6
Rithøvundi: Steintór Rasmussen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 285

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Seytjandi maðurin!

Góðan dag og takk fyri hetta høvið, sum mær er givið at bera fram eina heilsan til tykkum øll, og eina serliga heilsan til tín, Steintór, nú tú í dag leggur fram enn eina skaldsøgu, ?Seytjandi maðurin?. Tvær skaldsøgur komnar frá tær í ár. So vit hvørki vóna ella vænta, at hetta verður tín seinasta, so virkin, skapandi og fjølbroyttur, tú ert sum listamaður.

------------

Í dag er flaggdagur. Dagurin, ið styrkir okkara samanhald og okkara samleika, og dagurin, har Merkið sleppur at veittra og boða okkum frá um eitt land og fólk, sum berjist fyri rættvísi, samhaldi og okkara ríkidømi, sum lívið og menniskjan kann skapa.

Eitt brot úr taluni til Steintór í samband við bókina ? Horvna Rósan? Tað ber bara ikki til at finna eina betri árstíð, ein betri dag, eitt betri stað, ella......alt gekk upp í eina hægri eind, soleiðis kendi eg dagin 25. apríl 2018.



Vit hava lyndi til at halda, hetta var tað besta, hetta kann ikki gerast betur. Men tíbetur eru ikki øll soleiðis. Tað hevði nú verið eitt grátt og tómt samfelag, sum bara legði saman hendur, akkurát soleiðis sum eg hugsaði í morgun, tá ið eg setti meg við telduna at skriva. Tíverri ella tíbetur, veit ikki, men goymi oftani talurnar, eg havi hildið. Og kundi ikki lata vera við at hyggja eftir taluni, eg helt fyri Steintór fyrr í ár. Kanska fyri at eg ikki skuldi nevna tað sama og kanska fyri at blíva inspirerað til ein ella annan reyðan tráð.



Bókin er grøn, men dagurin bleiv reyði tráðurin.

25. novembur 2016 andaðist kubanski leiðarin og stór politikarin Fidel Castro.



25. í hvørjum mánaða er tilnevndur altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. ST kvinnuátakið ?sig nei? bleiv framt fyri at fáa borgarasamfelagið, aktivistar, stjórnirnar og ST-skipanina at herða undir virknaðin av átakinum, um ein heim uttan harðskap móti kvinnum og gentum.



Mánin er avtakandi, og søguskrivingin tiltakandi. Dagurin er í dag, løtan er nú, og tit øll eru her. At møtast, forvitnast og gleðast saman ein slíkan dag ger okkum gott. Vit merkja, at lívið stendur ikki í stað, men lívið skal livast.

Steintór leggur ikki saman hendur. Hóast samfelagið kann tykjast snævurt og turrisligt, ert tú líka eldhugaður og nýhugsin, sum áður. Tú berjist fyri tíni søk og verjir tína jørð.

Sum vitjandi í hesum heimi

so veitst tú av

eisini tú mást verja tína egnu jørð



At vit hava fólk, sum hava hjartað so fult av søgum, er ein fongur fyri landið. Vit kenna okkum aftur í innihaldinum, men altíð fert tú eitt sindur longur, enn dagligdagurin fer. Bara líka forbí tað ?normala? ella líka forbí tað loyvda.

Grøni profilurin í bókini er eitt nútíðar moment, samfelagins ringa samvitska og helst eitt tað størsta framtíðar evni til eina valskrá.

25. november minnir okkum á dagin fyri kvinnum uttan harðskap.

25. november minnir okkum á, at polittiskar hetjur eisini doyggja.

?Seytjandi maðurin? minnir okkum á, at meirilutin ræður.



Tú rakar aftur dagin, Steintór. Tað vísir títt stórlyndi, tína rúmligheit og samanhangin í, at tú valdi hendan dagin og hendan staðin. Líka so lokalur tú kanst vera, líka so altjóðagjørdur ert tú í tínum persóni. Eisini hendan løtan, hesin staðurin bleiv ein uppliving fyri seg.