Stállínuskipini íi aðru vinnu 1962-64


Forlag: Stongin
Útgávuár: 2018
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-864-2-8
Rithøvundi: Sigmar Bláberg
Evni: Fólkalívsfrøði
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 307

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Línuskipini høvdu stóran áhuga ímillum fólk um alt landið, og fyrru helvt av 1960-unum vaks talið skjótt.

Tey fyrstu árini vórðu øll stállínuskipini bygd í Noreg, men í 1961 varð fyrsta stállínuskipið, ?Porkeningur?, bygt á Tórshavnar Skipasmiðju.

Skipasmiðjan bygdi fleiri stállínuskip tey næstu árini.

Eisini Skála Skiðasmiðja fór undir at byggja stállínuskip. Tað fyrsta var ?Boðanes?, sum varð latið eigarunum í 1964.

Eisini Skála Skipasmiðja bygdi fleiri stállínuskip tey næstu árini.

Samstundis vórðu stállínuskip bygd bæði í Fraklandi og í Eysturtýsklandi, ella DDR.

Línuskipini vóru í vinnu alt árið, og tað setti síni krøv.

Í 1962 sjólótust tveir mans sum vóru við línuskipi.

Í 1963 hvarv ein maður sum var við einum línuskipi, sum royndi undir Føroyum.

Og í 1964 fórust tveir mans sum vóru við einum línuskipi í Grønlandi.

Árini frá 1962 fóru menn at hugsa øðrvísi, og tá varð kraftblokkur settur í fyrsta línuskipið.

Tey næstu árini løgdu fleiri um til nótaveiðu, og fleiri av nýggju skipunum sum vórðu bygd, vóru bert eitt skifti á línu- ella snelluveiðu, og summi fóru alt fyri eitt á nótaveiðu.

Tað hendi nógv í Føroyum, frá tí at farið varð undir at byggja stállínuskipini, sum kollveltu skipaflotan, við tað at stásiligu stállínuskipini avloystu gomlu træskipini og sluppirnar, sum vóru gamlar og nógvar í sera ringum standi.

Fyrsta stállínuskipið kom til landið seint í 1956, og síðani komu tey í stórum tali, fleiri hvørt einasta ár.

Í hesum tíðarskeiðinum sum hendan bókin snýr seg um, frá 1962 til 1964, komu umleið 30 nýggir stállínubátar til klandið.

Teir komu til allar partar av landinum, Suðuroynna, Sandoynna, Vágar, Streymoy, Eysturoy og til Norðoyggjar.

Eftir at Tórshavnar Skipasmiðja hevði bygt ?Porkening?, og síðani bygdi aðrar bátar eisini, vildi Skála Skipasmiðja eisini sleppa upp í part, og í 1963 var fyrsta stállínuskipið av Skála liðugt. Tað var ?Boðanes?.

Føroysku skipasmiðjurnar kláraðu ikki at byggja øll skipini sum komu, og tí vórðu eisini línubátar bygdir á norskum skipasmiðjum, í Fraklandi og í Eysturtýsklandi, ella DDR.

Tað er eisini í hesi tíðini, at fleiri leggja um at royna eftir sild við nót, og tí hevur bókin undirheitið: í aðra vinnu.

Bátar sum vórðu bygdir, høvdu línu umborð, tá teir komu til andið, men teir løgdu um til nót alt fyri eitt, og fóru ongantíð á línuveiðu. Summir vóru línubáta eitt skifti, og løgdu síðani um til nót.

Tað var ymiskt hvussu tað gekst hjá hesum stásiligu skipunum, nøkur høvdu stórar trupulleikar frá byrjan, so túrarnir gjørdust væl longi enn roknað varð við.

Og tá so nógv skip komu í flotan eftir stuttari tíð, hendu tíverri eisini onkur óhapp, at menn sjólótust.

Teir vóru nakrir sum ikki bóru boð í bý árini frá 1962 til 1964.