Skerpikjøt


Forlag: FA Ringvegur
Útgávuár: 2018
Prísur: 98.00
ISBN: 978-99918-3-587-7
Rithøvundi: Sjúrður Skaale
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 167

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Skerpikjøt" er eitt savn við nøkrum av teimum ofta nógv umrøddu talum og greinum, sum Sjúrður Skaale hevur latið frá sær farnu árini. Sumt er heilt persónligt og inniligt, sumt er samfelagsligt í breiðastu merking - og sumt er reint politiskt. Hann tekur eisini lesaran við handan leiktjaldið og greiðir frá umstøðunum, tá tekstirnir blivu til.
Harumframt er ein drúgvur inngangur til bókina, sum snýr seg um tað at stremba eftir at fáa politiskt vald ? og um hvat tað kann gera við fólk, tá vit fáa hetta vald. Tann, sum hevur stórt vald, kann gera nógv gott. Men hann kann eisini enda við eini rotnari sál. Tað veldst um, hvussu væl hann klárar at standa ímóti maktarinnar konstantu freisting.
Bókin kostar 98 krónur.