Ábal og aðrar søgur


Forlag: Snípa Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 1999
Prísur: 157.00
ISBN: 99918-0-209-6
Rithøvundi: Sverre Patursson
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 85


Samandráttur
"Snípa" er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Í røðini "Snípa - Klassikari" verður givin út skaldskapur eftir høvundar, ið umboða sumt av tí besta, sum er skrivað á føroyskum. Hetta er fyrsta bókin í hesi røð, og er hon eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Sum kunnugt var hann ein hin fyrsti, sum fór undir at skriva stuttsøgur á føroyskum.

Í bókini eru 4 stuttsøgur: Ábal Íslandsferðin, Æðan og Gull. Bókin er um vinarlag, kærleika, deyða, sorg og menniskjans torgreinda sinni. Í sínum algilda evnisvali siga søgur Sverra okkum tað sama í dag, sum søgdu fólki, tá ið tær sóu dagsins ljós á fyrsta sinni.