Um átta minuttir fer Másin avstað


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2018
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-42-82-0
Rithøvundi: Suni F. Jacobsen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 178

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Suni er ein av okkara bestu táttayrkjarum. Serliga kom hann fram tá útvarpið gjørdi V4 sendingar, har Hermann Jacobsen og Samuelsen brøðurnir úr Fuglafirði sungu tættir hansara. Har gjørdist tann kendasti sjálvandi ?Per fór til Havnar at keypa sær vøttir? við niðurlagnum ?Um átta minuttir fer Másin avstað.? Men alt tað sum vendi upp og niður hevur eisini frøtt mangan føroying. Nú er so endiliga eitt úrval av hansara yrkingum komið í bók, soleiðis at øll kunnu fáa stuttleika av tí, sum hann hevur yrkt. Yrkingarnar fara víða, men fáur man vita, at hann so tíðliga sum í 1955 skrivaði ein tann besta táttin um læknastríðið og hvussu klaksvíkingar stóðu saman ímóti yvirvaldinum.

Annars er Suni fjøllistamaður. Hann ger løg og dugir so væl við penslinum; at hann longu í fimmtiárunum fekk verk á eina censureraða framsýning í Keypmannahavn .

Suni er ættaður úr Gøtu og býr í Havn.