Kjak undir krígnum

Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-256-6
Rithøvundi: Bergur Rønne Moberg
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 244

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Greinirnar í hesum savni hava staðið í "Føroyar í dag", sum var ein teigur í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú ritstjórnaðu og skrivaðu.

Talan er um eitt heildarkent íkast til kjak um føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga.

Greinirnar hava tveir gløggir eygleiðarar skrivað, og teirra styrki er, at teir duga at síggja grundleggjandi mynstur í føroyskari mentan og serliga í aktuellu politisku kjakment­anini, sum fær eina yvirháling fyri og aðra eftir.

Við teimum mongu yvirskipaðu sjónarmiðunum um føroyskan politikk, mentan, fólkalyndi o.a. hevur tilfarið væntandi bæði almennan áhuga og áhuga hjá søgufrøðing­um, bókmentasøgufrøðingum og øðrum fakfólki.

Bergur Rønne Moberg hevur skrivað inngang. Endamálið er at lýsa greinirnar sum eitt intellektuelt og flokspolitiskt óheft íkast mitt í einari grovliga politiserandi samtíð