Kom og telva grundbók


Forlag: Nám
Útgávuár: 2018
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-2-013-4
Rithøvundi: Helgi Dam Ziska
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 105

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum ? men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.



Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.



Uppgávur hoyra til á leið helvtina av frálærutímunum. Hesar skulu verða loystar í uppgávuheftunum ? Kom og telva I (s. 1-52) og Kom og telva II (s. 53-106). Svarlisti til uppgávurnar er í grundbókini.