Her er tað stuttligt B36 1997-2017


Forlag: Fótbóltfelagið B36
Útgávuár: 2018
Prísur: 299.00
ISBN: 978-99918-3-555-6
Rithøvundi: Jákup Mørk
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 347

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
?Her er tað stuttligt? er heitið á bók, sum nú kemur á føroyska bókamarknaðin

Í bókini, sum er 348 síður til støddar, verður tikið saman um søguna hjá B36. Eisini verður nortið við grundvirðini í felagnum ? herundir stóra ungdómsarbeiðið, sum dag og dagliga verður gjørt í Gundadali.

Venjarar og profilar verða eisini lýstir, eins og tikið verður saman um einstøku kappingarárini.

Áður hevur B36 givið út bókina, Rennið dreingir, ið fevnir um fyrstu 60 árini av felagssøguni. ?Her er tað stuttligt? hevur tí høvuðsdentin á árini frá 1997 fram til í dag, men ein partur av bókini viðgerð eisini, hvussu B36 broyttist seinnapartin av 80?unum, har felagið frá at vera sonevnt elevatorlið mentist til ein støðugan spælara í føroyska fótbóltsoddinum.

Tað er Jákup Mørk, sum hevur skrivað størsta partin av bókini. Hannis Egholm hevur sniðgivið, eins og hann hevur skrivað einstakar partar. Føroyaprent hevur staðið fyri prent og innbindan.