Til Sibiria


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2018
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-244-3
Rithøvundi: Per Petterson
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 239

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í TIL SIBIRIA lítur eitt konufólk aftur á síni barnaár í 30- og 40-árunum í lítlum útróðrar­plássi í Norðurjútlandi. Pápanum gongst illa, og hennara inniliga trúgvandi móðir søkir sær troyst í at yrkja sálmar.

Eina ferð um mánaðin spennir abbin rossini fyri vognin og ekur inn í býin at drekka seg av vitinum.

Tey frætta um spanska borgarakríggið, og

ein fagran dag standa týskarar í bygdini, og úr útvarpstólinum koma boðini frá Stauning um at halda seg í skinninum. Í kulissu­n­um virka brennivínshítin Biegler barónur, stórsmuglarin Ernst Bremer og landasvíkj­ar­in Gestapo­ Jørgensen.

Sambandið millum frásøgufólkið og stóra­beiggjan Jesper, sum einki ræðist og fer miðvíst upp í mótstøðurørsluna, er hjarta­tátturin í bókini.

Lagnur teirra eru onkursvegna samanflætt­aðar: Jesper droymir um Marokko, hon um Sibiria. Sama hvar hon fer, er hann framvegis týdningarmesta menniskja í lívi hennara.

TIL SIBIRIA er hjartanemandi frásøgnin um lívið hjá móður Per Petterson