A Description of Foeroe 1676


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2017
Prísur: 500.00
ISBN: 978-99918-42-61-5
Rithøvundi: Lucas Jacobson Debes
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 406

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Professor emeritus Øystein Rian í Oslo hevur skrivað hesa umrøðu av bók Lucas Debesar um Føroyar, í enskari týðing frá 1676, í nýnorska blaðnum Dag og Tid:





Lucas Debes ? Føroya Peder Claussøn Friis

Av Øystein Rian

Hugurin at fáa at kunnleika um landafrøði vaks munandi í endurføðingartíðarskeiðinum. Mætasta frásøgnin um Norðurlond kom út í Róm í 1555, skrivað av tí svenska erkibiskuppinum Olavus Magnus í útlegd síni (Historia de gentibus septentrionalibus). Peder Claussøn Friis, prósturin í Lister í Vestagder skrivaði um 1600 ta bók, sum kom út í Keypmannahavn 1632, eftir at høvundurin var deyður: Norriges oc Omliggende Øers sandfærdige Bescriffuelse. Ein av hesum oyggjaflokkum vóru Føroyar.



Frásøgnin um Føroyar í 1673 og 1676

Í 1673 gav prósturin í Tórshavn, Lucas Debes, út eina meir fullfíggjaða Færøernes Beskrifvelse meðan hann var staddur í Keypmannahavn. Ein fransi, Jean Sterpin, sum var málsligur úrmælingur, týddi bókina til enskt í samstarvi við tann bretska sendimannin í Danmørk, sum hevði stóran áhuga í landafrøði, og sum samstarvaði við fróðskaparfelagið Royal Society í London. Týðingin kom út í London 1676 við heitinum A Description of the Islands & inhabitants of Foeroe.

Bókin er nú í 2017 útgivin í nýggjari útgávu í Tórshavn av Norbert B. Vogt, ein framúrskarandi týskur føroyaserkønur. Vogt hevur sett 1341 upplýsandi fótnotur í hesa nýútgávu, fleiri uppískoyti og eitt eftirorð upp á 102 síður um Lucas Debes, um Føroya í 1600-árunum, og tær avleiðingar bókin hevur haft fyri kunnleikan um og áhugan fyri Føroyum.

Frásøgnin hjá Lucas Debes leggur út við einari nágreinligari landafrøðiligari umrøðu av oyggjunum og tí havi, ið er rundan um tær.

Hann heldur fram við at greiða frá hvat føroyingar fáa burtur úr landi og sjógvi. Haðani fer hann undir at greiða frá landnáminum og søguni annars við frásøgnum um gitnar føroyingar. Síðani er ein stuttur kapitul um teir eginleikarnar, ið eyðkenna føroyingar. Harumframt er ein frágreiðing um hvussu oyggjarnar vóru stýrdar, um rættarskipanina og handilsskapin.

Harnæst verður greitt frá kirkjuviðurskiftunum. At enda greiðir Lucas frá øllum tí dulda sum eingin kann skilja petti av, um huldufólk, sum tað ýður av í fjøllum og fjarum hagapørtum, og sum fáa vald á fólkum. Debes ger greitt fyri lesarunum, at hetta er satans verk, og hann gevur tí grábeinta fleiri síður enn hann gevur kirkjuviðurskiftunum. Tann lutherska strangtrúarlæran ávirkar í stóran mun henda partin av bókini.



Kærur um fjarstýringina sum Kristoffur Gabel útinti

Maðurin sum skrivaði hesa bók, Lucas Debes, kom sum danskur tilflytari til Føroya í 1651 og varð sóknarprestur og rektari við latínskúlan í Tórshavn. Hann giftist einari prestaeinku. Hann varð skjótt alkunnugur við føroyska samfelagið og legði uppí ímóti tí vanstýri, sum ríkti í oyggjunum. Eftir 1655 læt Fríðrikur 3. kongur Føroyar til alvin sin, Kristoffur Gabel. Sjálvur fekk Gabel undir seg fyrisitingina, skattainnkrevjingina og tann einahandil, som var komin í lag í Føroyum, og Gabel fekk sær embætismenn sum eyðrændu fólkið. Gabel setti aldri fót sín á land í Føroyum.

Prestar høvdu ikki loyvi at stuðla nøkrum sum klagaðu, men Debes gjørdi tað allíkavæl. Hann varð leingi forðaður í at sleppa niður til Keypmannahavar við kærum til kong, men megnaði at koma avstað í 1672. Ikki var sørt, hann fekk burtur úr til frama fyri føroyingar, ta tíð hann var í høvuðsstaðum. Vanstýrið misti nakað av broddi sínum, men skipanin helt fram og sonur gamla Gabel, Fríðrikkur, slapp at stýra Føroyum líka til hann doyði í 1708. Tá hevði hann eisini verið varastathaldari í Noreg frá 1699.

Debes fekk nógv av skafti í Keypmannahavn frá 1672 til 1674. Ikki bert fekk hann undirtøku fyri kærum føroyinga. Hann gjørdist eisini magistari í guðfrøði og gav út eina teologiska ritgerð, umframt at hann gav út Føroyabók sína. Hann doyði í Tórshavn í 1675, árið eftir at hann kom aftur til Føroya.



Ósminkaður og retusjeraður sannleiki

Rithøvundurin William Heinesen hevði Lucas Debes sum fyrimynd til høvuðspersónin í skaldsøguni Vónin góða, sum kom út í 1964. Í skaldsøguni verður sýnd ein ósminkað avmynding av viðurskiftunum í Føroyum um hetta mundið. Debes var sjálvur varnari í síni bók. Meðan hann í stillum bar fram kærurnar um vanstýrið hjá Gabel, gretti hann ikki eitt orð um hetta í bókini. Hann avmarkaði seg til at greiða frá stýrinum uttan at siga nakað um hvussu tað riggaði. Soleiðis var bók hansara eitt dømi um hvussu leikur fór í tí donsku sensurmannagongdini.

Debes var tí ikki ein danskur Jonathan Swift, ella á nakran hátt sambærligur við hendan enska dómpróstin í Dublin, sum almannakunngjørdi svíðandi álop á ensku eyðræningina av Írlandi í 1720-árunum. I síni guðfrøðiligu ritgerð argumenterar Debes fyri einum mest sum markleysum kongslýdni. Debes helt seg til ta teokratisku ideologiina fyri einveldið, sum førdi fram, at kongur hevði vald sítt frá guði.

Hóast hetta gjørdi Lucas Debes Føroyum almikið lít við bók síni. Hon setti oyggjarnar á heimskortið, ikki bert i danska bókaheiminum, men eisini í Europa, fyrst við tí ensku týðingini, sum kom so ótrúliga skjótt, men seinni eisini við týðing til týskt. Hetta elvdi til størri áhuga fyri Føroyum við nýggjum bókaútgávum í 18. og serliga í 19. øld.



Norska árinið á Føroyar

Kom Noreg inn í hesa mynd?

Í danatíðini vóru Føroya í støðugt vaksandi mun fyri árini úr Keypmannahavn. Fíggjarligu bondini við Bjørgvin og Vesturlandið vórðu slitin, og tað fekk týdningarmiklar avleiðingar. Hóast tað verður samskiftið við Noreg umrøtt á mest sum hvørjari síðu í frásøgnini hjá Debes. Týdningarmestu keldur hansara eru sagabókmentirnar og Peder Claussøn Friis, og harafturat trívur hann í norsku lógirnar og harumframt ta norsku lógbókina, sum eisini var galdandi í Føroyum (landslógin sum Magnus Lógbøtari gav 1274, loyst av av norsku lóg Kristians 4. frá 1604 og seinni, í 1687, tí hjá Kristiani 5.).

Tanm lógin, sum hevði mest at siga fyri føroyingar var hon, som varð givið av Hákun hertoga (sum seinnni gjørdist kongur Hákon 5.) í 1298. Meðan bróðirin Eirikur var kongur, vóru Føroyar ein partur av hertogadøminum hjá Hákuni, saman við Eysturlandinum og Hjaltlandi. Lógin sum Hákun gav, var tað sokallaða Seyðabrævið. Har eru nágreinligar reglur um hvussu menn skulu laga seg hvør eftir øðrum seyðahaldi viðvíkjandi. Nakað stytt varð seyðabrævið staðfest av Kristiani 4. i 1637, og er her endurgivið orð fyri orð í bókini.

Tað er sostatt skilligt av hesi alstóru kelduútgávu, at Føroyar vóru ein partur av Noreg og norskari søgu. Hetta var støðan til skilsmissuna í 1814 (Kielarsáttmálin). Tí eigur bókin at hava serligan áhuga fyri land okkara. Eitthvørt bókasavn við virðing fyri samfelagsskyldu síni eigur í minsta lagi at hava bókina á hillum sínum.

Lucas Debes, A Description of Foeroe 1676. Translated by John Sterpin. Re-edited, annotated and with an afterword by Norbert B. Vogt. 406 pages. Tórshavn 2017