Maðkur mykja trimpil betong og madrassa


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2018
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-284-9
Rithøvundi: Jóan Pauli Joensen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 135

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókin
Hesi 5 smávísindaligu siðsøgubrotini lýsa tættir í føroyskari siðsøgu.


Læknin P. L. Panum kom í læknavísindaligari grein í 1846 at nerta við eym viðurskifti, og tað fekk ávísar føroyingar upp á gos. Tað sama gjørdi røða, sum ein studentur helt í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn í 1900 og læt prenta í Føringatíðindum, har hann m.a. fy?ltist á borðsiðir føroyinga.

Broytingar komu og ny?ggir siðir. Gomlu húsini fóru í søguna, og ny?ggj komu í teirra stað. Arkitekturin H. C. W. Tórgarð fekk burtur úr teimum gomlu íblástur til ny?ggj hús, sum hann helt hóskaðu betur til føroyingar enn tey ny?ggju, sum komu við stovum, sum hjá teimum flestu bert vóru til pynt.

Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.