Prædikur innbundin


Forlag: Egið
Útgávuár: 2018
Prísur: 498.00
ISBN: 978-99918-3-545-7
Rithøvundi: Kristian Osvald Viderø
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 742

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fyri okkum, sum ikki fáa gingið framvið einum bókahandli, uttan at leggja um gáttina, kemur sjáldan nakað óvart á. Tað gjørdi tað ímorgun, táið eg í góðveðrinum lat hjólini bera meg ein túr út í Heiðar, fyri at vita um nakað nýtt var undir sólini hjá teimum báðum, Sigmundi og Jákupi, í Bókabúðini.

Vit, sum hava lisið bøkurnar hjá skálvíkinginum Kristiani Osvald Viderø, summar fleiri ferðir, høvdu neyvan væntað, at nakað lá eftir í goymslum hansara, afturat stórverkinum, sum longu er komið í alment ljós. Vitjanin ídag gjørdist ein positivur hvøkkur í so máta.

"Prædikur" eftir Kristian Osvald Viderø var komin ímorgun, skilti eg á lagnum, og her hevur verið flogið væl undir radaranum, má sigast, tí ikki hevur eitt graml verið at hoyrt um hesa útgávuna fyrrenn hon nú liggur á skivuni í krambúðini.

742 blaðsíður. Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum. Takk fái Trina Viderø fyri, at hon hevur fingið hendan dýrgripin út til Føroya fólk - á egnum forlagi.