Agnas og ljósið


Forlag: Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1999
Prísur: 25.00
ISBN: 99918-1-184-2
Rithøvundi: Bo R. Holmberg
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 130

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin, í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum áðrum síðan. Tað er lognarveður, og pápin fær eld í við fyrsta svávulpinninum. Og tá sæst gravsteinurin, rósan, navnið og árstølini. Ljósið fer at brenna í fimm dagar. Agnas ger av at fara á grøvina og tendra ljós hvønn fimta dag til nýggjárs. Men hvørja ferð, hon kemur hagar við ljósinum, hevur onkur annar verið har undan henni og sett eitt nýtt ljós á grøvina. Hvør kann tað vera?

Men við hvørt gloymir Agnas næstan ljósið. Tað kemur av Douglasi, dronginum, hon er vorðin góð við.

Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Høvundurin skrivar inniliga og áhugaður um verulig menniskju og um, hvussu tey arbeiða seg ígjøgnum sorg.
Í bókini er humor, álvarsemi, veruleiki og hugflog. Ein perla av eini bók at lesa fyri bæði stórum og smáum.

Bo R. Holmberg fekk Astrid Lindgren virðislønina 1998.