Hellurnar ein niðursetubygd


Forlag: Fuglafjarðar Býráð
Útgávuár: 1999
Prísur: 250.00
ISBN: 99918-3-053-7
Rithøvundi: Helena Samuelsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 252

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í 150 ár hava fólk búleikast á Hellunum, og kommunan gevur út bygdarsøgu. Í bókini verður sagt frá fyrstu niðursetuhjúnunum Janusi á Kinn úr Lamba og Vágs-Rakul, ættað úr Útistovu norðan úr Vági. Eisini verður sagt frá hinum átta húskjunum, sum búsettust á Hellunum ímillum 1849 og 1870, og teirra eftirkomarum. Væl av tilfari var til taks, sum lýsti bygdina og bygdarlívið frá 1849 til dagin í dag. Men so hevur eisini verið neyðugt at leita eftir onkrum og eftirkanna okkurt annað. Bygdin er so mikið ung, at fólk, sum minnast niðursetufólkini, ommu- og abbabørn teirra, eru á lívi og hava dugað at sagt frá, so partar av bókini eru beinleiðis frásagnir.