Sær ein fuglabók av gloymsku


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99972-1-257-3
Rithøvundi: Carl Jóhan Jensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 385

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni?
Tað er spurningurin í hesi bók.

Uppvaksin í Brekkugötu í Havn um miðja farnu öld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni.

Avgjörd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Föroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo.

Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetsku innrásini í Kekkoslovakia, er kvinnan aftur stödd í Havn í örindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti.

Havnin liggur blindmyrk í mjörka, og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi, og tað fær avleiðingar fyri framtíðina.

Sær/ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsöga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av föroyskum samleika.