Leikum fagurt


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-212-2
Rithøvundi: Heðin Brú
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 220

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leikum fagurt er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í 30-árunum.

Hon er eisini kærleikssøgan millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Høvuðssøgugongdin er kortini um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál. Alt samalt rættiliga meinaleyst og stór orð.

Tað vandamikla kemur ikki upp í politikkin, fyrr enn reiðarin og keypmaðurin Bakka-Hanus fær eina opinbering frá Gudi. Hann skal stovna ein átrúnaðarligan flokk, sum skal bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin.