Hagabókin fyri uttan á Skarði


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99972-1-243-6
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 226

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Henda hagabókin er um seyðarøkt og fjallgongu á Skarði. Hugskotið at skriva hana eiga Karl Klettskarð (1903-1994) og Jákup Joensen (1899-1975).


Sjálvir hava teir ikki hættað sær at skriva, tí skúlaskapurin var so lítil, tá ið teir vóru í skúlaaldri. Men teir mundu síggja, at ikki var so álítandi bara at siga frá. Teir varnaðust eisini, at ungdómurin ikki hevði so stóran áhuga í at lurta eftir teimum gomlu. Og so varð so mangt burtur.

Men byrjað varð at skráseta í 1919, og skrásetingarnar enda í 1991. Nógv er komið á blað, so nú sæst, hvussu tað hevur verið, bæði upp og niður, at havt hagan uppi, hvussu hevur gingist við rakstri, skurði og lambatali, og hvussu øll hesi mongu árini hava verið til veður og gróður.

Aftast í bókini eru myndir, har staðarnøvn eru merkt á.