Føroyskur Fótbóltur 2017


Forlag: Sosialurin
Útgávuár: 2017
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-3-542-6
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 192

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fótbóltsárið 2017 er farið aftur um bak, og allir føroyameistarar og steypavinnarar eru finnir.
Miðlahúsið hevur altíð gjørt nógv burturúr fótbóltinum. og í fjør valdi man so at taka eitt stig aftrat og geva út eina sonevnda fótbóltsárbók fyri føroyskan fótbólt burturav. Hetta hepnaðist stak væl, og tí verður aftur í ár givin út ein slík árbók.

í bókini, sum er slakar 200 síður til longdar, verður ljós varpa á, hvussu ymsu feløgini stóðu seg í landskappingini í ár, og hvørjir spælarar hava verið serliga eyðsyndir hjá einstøku feløgunum. Eisini verður ljós varpað á føroysku luttøkuna í europeiskum fótbólti og sjálvsagt verður eisini ein gjøgnumgongd av ymisku landsliðunum, heilt frá U15 upp til A-landsliðið.
Síðst, men ikki minst, eru eisini myndir av navnalista av øllum føroyameistarum og steypavinnarum í øllum deildum.